Edith Mørkøre í Lítluvík

Edith Mørkøre sýnir fram í Smiðjuni frá 1. til 5. desembur. Framsýningin hevur heitið ”Manna Millum”.

 

Ferniseringin verður fríggjadagin 1. desembur klokkan 16:00. Til ferniseringina fer Edith at greiða frá framsýningini. og Marius Ziska fer at spæla nøkur løg. Somuleiðis verður eisini okkurt gott til góman

 

Framsýningin fevnir um málningalist, har arbeitt hevur við kompositiónum har Edith loyvir impressionismuni at blíva ekspressionisma. Hetta sæst aftur í hennara sermerktu strukturum og formum í akryl, har fólk sýnast at trína inn, fjara út ella møtast á løriftsyvirflatuni.

 

Á loftsrúminum í Smiðjuni hevur grafikkurin eisini fingið sítt pláss.