Edit er nú deildarleiðari í Gøtubrá

Seinastu mánaðirnar hevur hon verið virkandi deildarleiðari á eldrasambýlinum í Norðragøtu.

Edit Andreasen er sett sum deildarleiðari á Gøtubrá, sum er eldrasambýlið í Norðragøtu.

 

- Edit er 38 ára gomul og býr í Leirvík. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í geriatri og gerontologi.

 

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu siga tey, at nýggi deildarleiðarin hevur drúgvar royndir innan eldraøkið.

 

- Seinastu mánaðirnar hevur hon verið virkandi deildarleiðari í Gøtubrá.

 

Í´Eysturkommunu ynskja tey Edit Andreasen hjartaliga vælkomnari í deildarleiðarastarvið.

 

- Vit gleða okkum til framhaldandi samstarv, verður lagt aftrat.