Hann stendur í skugganum av Zlatan Ibrahimovic í PSG, og hann stendur í skugganum av Luis Suarez á landsliðnum hjá Uruguay, men nú tykist Edinson Cavani hava fingið nokk.
Hann er somikið ónøgdur við støðuna í PSG, at tað ávirkar atburðin hjá honum. Tað sigur venjarin hjá PSG, Laurent Blanc. Hann leggur afturat, at atburðurin hjá framherjanum ikki sleppur á ávirka liðið sum heild, og at hann ikki stendur í vegin, um Edinson Cavani ynskir at skifta.
PSG keypti í 2013 Edinson Cavani fyri áleið eina hálva milliard krónur frá italska Napoli. Framherjin úr Uruguay hevur verið settur í samband við Manchester United og Arsenal.