Ediligur fiskur av Føroyabanka

Í morgun fóru royndu flakaskerararnir úr Leirvík, Ólavur Heinesen og Ólavur Sjúrðarberg, at skera fiskin.

Í gjár kom havrannsóknarskipið Magnus Heinason aftur av Føroyabanka, har skipið hevur gjørt yvirlitstrolingar fyri at finna út av, hvussu støðan er hjá eitt nú toski og hýsu á bankanum.

 

Sum vanligt hevur verið seinnu árini, er fiskurin, sum Magnus Heinason hevur fingið á Føroyabanka, keyptur av matstovuvinnuni í Havn, tá talan hevur verið um avmarkaðar nøgdir av fiski.

 

Í morgun fóru teir so í holt við at skera henda ediliga, góða og feita fisk, royndu flakaskerararnir úr Leirvík, Ólavur Heinesen og Ólavur Sjúrðarberg, og við var eisini høvuðskokkurin á Barbaru, Kári Kristiansen.