Í mars 1979 vitjaði kendi danski sangarin og skemtarin Eddie Skoller í Føroyum.
Tað var Hans Henrik Vestergaard í Havn, sum tók stig til vitjanina hjá Eddie Skoller í Føroyum. Hann hevði áður fingist við slík tiltøk í Danmark og hevði staðið fyri konsertum hjá t.d. Gasolin, Burnin Red Ivanhoe og Poul Dissing.
Eddie Skoller hevði tvær konsertir í Læraraskúlahøllini í Havn.
Eddie Skoller, ella Edward Ralf Skoller, sum er hansara upprunaliga navn, varð føddur 4. juni 1944
í St. Louis, Missouri, USA. Mamman var fødd í Svøríki og pápin russiskur jødi.
Eddie Skoller flutti til Danmarkar í 1950. Eftir at hava tikið studentsprógv í 1963, fekk hann sær útbúgving sum økonomur á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og varð liðugur í 1966. Síðan arbeiddi hann hjá Danfoss á Als.
Hansara starvsleið sum sangari og undirhaldari byrjaði, tá hann var við í ein framførslu á Danmarks Radio í 1968, og í 1969 byrjaði hann við sínum egnu framførslum.