Myndir: Svein Egil Økland/ Westcon

Ecofive er nýggjur verksmiðjutrolari í Noregi

- Tá alt er komið upp á pláss og allar skipanir, sum eru knýttar at veiði og framleiðslu eru royndar, verður kósin sett móti Eysturgrønlandi, sigur Frank Myklebust

Myndir: Svein Egil Økland/ Westcon

Norska reiðaríið, Bluewild í Ålesund, yvirtók mikudagin nýbygda verksmiðjutrolaran, Ecofive, sum skipasmiðjan Westcon Yards í Ølensvåg hevur bygt. 

 

Nú skulu skip og manning gerast klár til fiskiskap, áðrenn farið verður avstað.

 

Kystmagasinet hevði eitt prát við umsitingarleiðaran í Bluewild, Frank Myklebust, um, hvat er eftir at gera, áðrenn skipið kann loysa til fiskiskap.

 

- Ætlanin er at brúka mars og apríl til at fáa útgerð umborð og venja manningina til skipið, eins og skip og útbúnaður skulu royndarkoyrast.

 

Umsitingarleiðarin sigur, at manningin skal upplærast í at brúka nýggju framleiðslutøknina.

 

Ecofive verður heimahoyrandi í Ålesund, og tað verður haðani, at skipið verður rikið.

 

- Tá alt er komið upp á pláss og allar skipanir, sum eru knýttar at veiði og framleiðslu eru royndar, verður kósin sett móti Eysturgrønlandi, sigur Frank Myklebust.

 

Lesið eisini - https://www.kystmagasinet.no/bluwild-ecofive-fabrikktraler/bluewild-overtar-fabrikktraleren-ecofive/1901358

 

##med2##

 

 

 

Myndir: Svein Egil Økland/ Westcon