Eclipse nýggjan eigara

Havgrímur Johannesen, sum er fyrrverandi eigari av Eclipse og Rex, hevur nú aftur keypt Eclipse, og hann hevur stórar ætlanir fyri framman. - Tað kann bara ganga ein veg, og tað er upp, sigur Havgrímur Johannesen, sum ásannar, at tað hevur ikki gingið serstakliga væl hjá Eclipse seinastu tíðina.

 

Eclipse verður opið sum vanligt, tað, sum eftir er av árinum, men í januar verður Eclipse stongt í nakrar vikur.

 

- Eg ætli mær at broyta alt, sum kann broytast, soleiðis at tað verður ein succes, tá ið vit lata upp aftur í vár, sigur Havgrímur Johannesen, nýggi eigari av Eclipse.

 

Hvørjar broytingar hann ætlar at gera er enn ikki greitt, men eftir øllum at døma verða broytingarnar sera umfatandi.