Tíðliga seinnapartin vann HB 4-2 í Gundadali ímóti KÍ. Harvið tryggjaði HB sær við samantalda málmuninum 9-6 pláss í steypafinaluni, sum verður leygardagin 15. september.
Nú er tað greitt, at finalan verður millum HB og EBS/Skála ella somu liðini, sum í fjør spældu finalu. Tá vann EBS/Skála undirhaldandi finaluna við 3-2.
EBS/Skála vann fyrru hálvfinaluna ímóti ÍF/Víkingi á heimavølli 2-1. Í dag var seinna hálvfinalan í Gøtu, og tá vann EBS/Skála 2-0.
Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Tá ið eitt korter var farið, setti liðformaðurin Ansy Jakobsen hol á, og í síðstu løtu undan hvíldini økti Randi Fagradal um munin til 2-0.
Harvið vann EBS/Skála seg í finaluna við samantalda málmuninum 4-1.