EBS-sáttmálin er hornasteinurin

Kjartan Jóhannsson, sum helt fyrilestur á ráðstevnuni um ES, sigur, at limaskapurin í EBS var tað størsta stigið á leiðini hjá Íslandi at gagnnýta teir møguleikarnar, sum altjóðagerðin hevur við sær

ÍSLANDS-MODELLIN
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo

- EBS hevur víst seg at vera grundarlagið undan ógvusligu búskaparligu menningini hjá Íslandi. Hinvegin eri eg vísur í, at eingin av okkum dugdi at síggja veruligu avleiðingarnar áratíggjur seinni, sigur Kjartan Jóhannsson, íslendskur sendiharri í Brússel.
EBS-sáttmálin er tann einasta altjóða sáttmálin, sum ES hevur gjørt, ið gevur triðjaparts londum beinleiðis atgongd til innara marknaðin hjá ES. Kjartan Jóhannsson sigur, at EBS-sáttmálin veitir vissu fyri, at Ísland fær beinleiðis og fulla atgongd til innara marknaðin hjá ES. Kapitalur, tænastur, og fólk kunnu flytast ótarnað millum Ísland og limalond í ES.
EBS-sáttmálin er dynamiskur á tann hátt, at tá nýggjar ES-lógir verða smíðaðar, so verður EBS-sáttmálin javnan dagførdur til at fevna um hesar eisini. Kjartan Jóhannsson sigur, at hugburðurin landanna millum hevur verið at sleppa undan orrustum og finna loysnir ístaðin.
- Vit hava havt góðar royndir við EBS. Tað hevur verið so gott, at tað sær út til, at vit í Íslandi hava eina breiða politiska semju um, at EBS-sáttmálin er hornasteinurin í okkara samstarvi við ES, sigur Kjartan Jóhannsson.
- Okkara búskapur er vorðin nógv sterkari og fjølbroyttari. Búskaparvøksturin er hækkaður munandi. Vit hava fingið eitt nýtt og nógv meira modernað samfelag. Íslendskir vinnulívsmenn hyggja meira úteftir, og við alsamt størri sjálvsálitið hava teir stovnað fyritøkur í øðrum londum, sigur Kjartan Jóhannsson, sendiharri hjá Íslandi í Brússel.

--
MYNDATEKSTUR: - Hvørt okkurt líknandi kann fáa støðufesti í Føroyum, tað vita vit ikki enn, men míni ráð til føroyingar er at taka ímóti framtíðini við opnum ørmum og einum opnum perspektivi, sigur Kjartan Jóhannsson, sendiharri hjá Íslandi í Brússel
Mynd: Jens Kr. Vang

Í BOKS: Tað sum vit hava gjørt í Íslandi er eyðsýniliga tað, at vit hava brúkt okkara sjálvræði til at taka avgerðir til okkara egna búskaparliga fyrimun, men vit hava eisini gagnnýtt marknaðarkreftirnar og flutt avgerðirnar frá stjórnini til borgararnar, og harvið økt teirra frælsi. - Kjartan Jóhannsson