Vinnur B36 stórsteypadystin í kvøld, so vinnur EB/Streymur eisini. Vinnur Vìkingur stórsteypadystin í kvøld, so er javnt millum Víking og EB/Streym við trimum stórsteypasigrum í part.
Higartil hevur EB/Streymur tríggjar stórsteypasigrar, Víkingur hevur tveir, HB hevur tveir, B36 hevur ein, og NSÍ hevur ein. So vinnur B36 stórsteypið í kvøld, so er EB/Streymur samlaði vinnarin fyri tey fyrstu 10 árini, og so kemur stórsteypið at standa í felagshúsinum hjá EB/Streymi við Margáir í Streymnesi. Vinnur Víkingur stórsteypadystin í kvøld má kappast um steypið til eitt lið er komið uppá fýra stórsteypasigrar.
Tróndur Arge sigur frá stórsteypadystinum í kvøld klokkan 19. Til ber at lurta á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
(Kelda: Faroesoccer)
Úrslit | |||||
27-02-2016 kl. 19:00 | Tórshavn | - | |||
22-02-2015 | Tórshavn | 3-3 B | |||
10-03-2014 | Tórshavn | ||||
03-03-2013 | Tórshavn | ||||
17-03-2012 | Tórshavn | ||||
27-03-2011 | Tórshavn | ||||
14-03-2010 | Tórshavn | ||||
29-03-2009 | Tórshavn | ||||
08-03-2008 | Tórshavn | ||||
07-03-2007 | Tórshavn | B 1-1 |