EB/Streymur vardi og vann

Fótbóltur: Sundalagsmenn tóku seg upp um niðurflytingarstrikuna

2. deild menn:

KÍ-EB/Streymur 1-2 (0-0)


Hóast KÍ hevði meginpartin av spælinum í dystinum, máttu teir tungu leiðina av vøllinum sum taparar. Gestirnir úr Sundalagnum vardu væl, og fingu má í tveimum tøttum mótálopum seint í dystinum.

Fyrri hálvleikur var lítið undirhaldandi. Eftir fyrstu fimm minuttirnar, tá gestir tóktust leypa á langt frammi á vøllinum, myndaði dysturin seg við heimaliðnum sum spælstýrandi. EB/Streymur hevði nógv fólk aftanfyri bóltin, og royndu at taka KÍ-liðið á bóli við skjótum mótálopum, men tað var langt ímillum, at tað gjørdist vandamikið.

Bestu royndirnar hjá KÍ hevði toppskjúttin hjá teimum, Helmar Lassen. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki stútaði hann gott innlegg høgru móti málinum, men Óla Christian Djurhuus stóð á rætta staðnum. Stutt fyri hálvleiki hevði Óla Christian eina frálíka bjarging, tá Helmar skjeyt úr góðari støðu.

EB/Streymur spældi seg ongantíð gjøgnum tøttu KÍ-verjuna, sum var styrkt við stríðsmanninum Sámal Eyðfinn Poulsen og Niclas Niclasen, sum hevur verið til skips. Men teir royndu seg nakrar ferðir við skotum úti frá, men millum annað Knút Vesturtún sendi fram við málinum hjá Meinhardt Joensen.

Beint fyri hálvleik royndi miðvallarin Eilif Sivertsen seg við brandskoti úr 18 metrum, men aftur var málverjin hjá EB/Streymur skjótur í vendingini og bjargaði sera væl.

Í seinna hálvleik hevði KÍ framvegis mesta spælið, og tað lá í luftini, at teir fóru at fáa eitt mál. Tað var tí eitt slag í andlitið, at EB/Streymur skoraði 10 minuttir fyri leiklok, eftir at teir høvdu vart meginpartin av seinna hálvleiki. Kaj Joensen legði inn fyri úr høgru, og Andrias Dahl stútaði bóltin inn tætt við stólpan.

Lítla løtu seinni, tá KÍ kastaði alt fram, avgjørdi Kaj Joensen dystin við einum drepandi langskoti úr 25 metrum, sum dúkkað í handara síðunet. Eitt frálíka gott mál, sum avgjørdi dystin.

Beint fyri leiklok fekk KÍ-toppskjúttin, Helmar Lassen, umsíðir løn fyri sítt stríð. Niclas Niclasen legði inn fyri úr høgru, fyrst stútaði Helmar, men Óla Christian bjargaði enn eina ferð, men ripostinum var Helmar fyrstur á, og drønaði í málið til 2-1.

So gekk bert lítil løta, og dómarin bríkslaði dystin av. Frøðin á spælarum og leiðarum hjá EB/Streymi var ovurhondsstór. Teir vóru omaná í boptndystinum, og tóku seg av aftasta plássið og fram um bæði KÍ og Skála.

Seinasti dysturin er móti Skála á heimavølli, so sundalagsmenn hava lagnuna hjá sær í egnum hondum.