Effodeildin: Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe kundi stórfegnast um enn ein stórsigur, tá EB/Streymur fyrr í kvøld vann ein knúsandi 5-1 sigur á NSÍ. Við einum skeivum smíli helt Rúni Nolsøe tó fyri, tá hann prátaði við Trónd Arge á Rás2, at mótstøðuliðini seinastu dystirnar hava havt undanvind í seinna hálvleiki, men kortini er tað EB/Streymur, sum hevur havt allan undanvindin á máltalvuni.
Rúni Nolsøe sær fram ímóti einum toppbraki ímóti HB í effodeildini komandi sunnudag. Hann staðfestir, at tað verður torført, men ikki ein ómøgulig uppgáva at vinna á HB.
Venjarin hjá NSÍ, Heðin Askham var nøgdur við fyrra hálvleik, sum endaði 1-1, men helt fyri, at tað var týdningarmikið, sum skjótast at gloyma skrædlið í seinna hálvleiki, og heldur fokusera uppá dystin ímóti TB komandi sunnudag.
Undir myndini ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Heðin Askham og Rúna Nolsøe. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásøgnin hjá Tróndi Arge av 4-1 og 5-1 málunum hjá EB/Streymi. Bárður Olsen, miðvallari hjá HB var viðmerkjari til dystin, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2.