Oddaliðið, EB/Stremur, skuldi ikki brúka langa tíð á Sandi, tá ið teir høvdu tikið leiðsluna. Eftir ein minutt fingu teir fríspark nakað uttanfyri brotsteigin. Hans Pauli Samuelsen sendi bóltin innfyri málið, og eftir eitt sindur av trunkaspælið endaði bólturin hjá Egil á Bø, sum sendi hann í málið. Sostatt er EB/Streymur á odda 1-0 á Sandi.