EB/Streymur var sterkari enn hini liðini í Klaksvíkskappingini um vikuskiftið, og bæði leygardagin og sunnudagin vann felagsliðið 3-0.
Leygardagin spældi EB/Streymur ímóti B36, og tað gekk javnt á, til B36 misti ein spælara eftir góðar 20 minuttir. Dmitri Jankovic fekk reyða kortið eftir eina ósortliga takkling, og so noyddist B36 at spæla 10 móti 11 í 70 minuttir.
Í seinna hálvleiki sást hetta aftur, og tá skoraði EB/Streymur málini, sum teir høvdu fyri neyðini, fyri at vinna dystin.
Hin hálvfinalan stóð millum føroyameistararnar NSÍ og vertirnar KÍ. Her gekk eitt sindur øðrvísi, enn tey flestu mundu havt roknað við, tí NSÍ kláraði ikki at koppa KÍ. Dysturin endaði við javnleiki, eftir at KÍ í seinna hálvleiki hevði verið nær við at avgera fleiri ferðir. Brotssparkskappingina vann KÍ.
Aftur brotsspørk
Sunnudagin vóru seinnu dystirnir spældir í besta veðri í Klaksvík. Mest sum stilli, sólglottar, men kalt.
Dysturin millum B36 og NSÍ um triðja plássið endaði við javnleiki, og tað var í tráð við leikgongdina.
Hjalgrím Elttør legði NSÍ á odda, men Karoly Potemkin javnaði við brotssparki seint í dystinum.
Potemkin og Meinhardt Joensen brendu tó sín brotsspark í brotssparkskappingini, og so vann NSÍ dystin um triðja plássið.
Finalan stóð millum EB/Streym og KÍ, og her vann EB/Streymur 3-0. Fyrri hálvleikur var rímiliga javnur, men EB/Streymur fekk eitt mál. Í seinna hálvleiki hevði EB/Streymur munin og skoraði tvær ferðir afturat. Málini skutu Marcel, Hanus Eliasen og Sorin Anghel.
Eftir dystin handaði borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, EB/Streymi Klaksvíkssteypið.
---
(at koyra í kassa):
Klaksvíkskappingin 2008
Hálvfinalur, leygardagin 1. Mars
B36-EB/Streymur 0-3 (0-0)
0-1: Fróði Clementsen
0-2: Marcel
0-3: Hans Pauli Samuelsen
KÍ-NSÍ 1-1 (1-1)
KÍ vann 5-3 eftir brotssparkskapping
0-1: Hjalgrím Elttør
1-1: Rodrigo
Dystur um 3. pláss, sunnudagin 2. mars
B36-NSÍ 1-1 (0-0)
NSÍ vann 5-3 eftir brotssparkskapping
0-1: Hjalgrím Elttør
1-1: Karoly Potemkin, br.
Finala
KÍ-EB/Streymur 0-3 (0-1)
0-1: Marcel
0-2: Sorin Anghel
0-3: Hanus Eliasen










