EB/Streymur/Skála er aftur greipuvinnari (FM1)

(FM1) Hoyr stutta samrøðu við dugnaliga langskjúttan hjá EB/Streymi/Skála, Margunn Lindholm

Frammanfyri 150 áskoðarum á Svangaskarði á Toftum tryggjaði EB/Streymur/Skála sær annað meistaraheiti á rað við einum 7-0 stórsigri á B68. Støðan í steðginum var 3-0 til EB/Streym/Skála. Samstundis spældu KÍ og HB javnleik 1-1 norðuri í Klaksvík. Eitt úrslit sum merkir, at HB vinnur silvur og KÍ vinnur bronsu.

 

B68-EB/Streymur/Skála 0-7 (0-3)

0-1 Durita Hummeland

0-2 Margunn Lindholm

0-3 Durita Hummeland

0-4 Durtia Hummeland

0-5 Ansy Sevdal

0-6 Íðunn Magnussen

0-7 Margun Lindholm

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Margunn Lindholm, ið er blivin kend fyri síni vøkru langskots og frísparksmál: - Vit hava viljan, staðfestir Margunn Lindholm til at verða munin millum meistaraliðið og hini liðini í Betrideildini hjá kvinnum.