Í dag klokkan 17.30 spæla EB/Streymur og NSÍ við Margáir. Talan er um fyrsta dystin hjá EB/Streymi síðani bara 22 ára Gunnar Zachariasen lat lív í arbeiðsvanlukku. EB/Streymur vil tí nýta høvið, at siga takk fyri og farvæl við liðfelagin og U21 landsliðsspælaran.
Nakrar ferðir um árið selur EB/Streymur lutaseðlar áðrenn dyst, og fram til hálvleiks, tá teir hava heimadystir. Til dystin í kvøld hevur EB/Streymur gjørt av, at tað, sum kemur inn fyri lutaseðlarnar, fer óskert til KRIS.
Hetta tí at tað var ynski hjá teimum nærmastu hjá Gunnari Zachariassen, at tey ið ynkstu at minnast Gunnar, lótu eina gávu til KRIS, boðar felagið frá í dag.