EB/Streymur leingir við brøðurnar úr Kollafirði

Hesi tíðindi ber felagið umvegis heimasíðuna.

 

Arnbjørn og Gert báðir eiga sín lut í støðuni hjá EB/Streymi í ár, sum hava vunnið steypakappingina, og nú trýsta HB og NSÍ í toppinum.

Yngri beiggin Arnbjørn er toppskjútti í Vodafonedeildini við 17 málum og hevur skorað átta mál teir báðar seinastu dystirnar, meðan vongverjin Gert, ið annars kann brúkast á fleiri øðrum plássum, hevur spælt hvønn einasta landskappingardyst fyri felagið í ár.

 

Gert fekk annars álvarsaman skaða í 2007, sum helt honum úti alt 2008. Í fjør spældi hann upp á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, sum vann seg upp í 1. deild, og í ár hevur hann verið eitt av álitunum hjá besta liðnum hjá EB/Streymi.