EB/Streymur klappað av Oakwell

Við 36 skotum á málið var tað neyvan óuppiborið, at Manchester City vann dystin móti EB/Streymi í kvøld.

Men í trý korter hildu amatørarnir stjørnunum frá at skora, og í kvøld eru enskir miðlar á einum máli um, at tað vóru amatørarnir úr Norðuratlantshavi, sum stóðu sterkastir í myndini.

Og áskoðararnir hjá Manchester City vóru ikki ósamdir í hesum. Fyri steðgin vóru tað annars mongu EB/Streyma-fjeppararnir, sum settu størstan dám á dystin, men til hetta fingu teir hjálp frá heimaáskoðarunum, sum við standandi lógvabrestum fagnaðu útiliðnum.

 

Og Mark Hughes, venjari hjá Manchester City, gav eisini stórar rósur til mótstøðuliðið eftir dystin.

- Sjálvandi var okkara luttøka ongan tíð í vanda, og eg eri sum so nøgdur við okkara avrik. Men teir eiga stórt rós uppiborið.

- Teir vardu manniliga, og málverjin hjá teimum var framúrskarandi. Menn tveittu seg í mest sum hvørja av okkara skotroyndum, og sum heild gjørdu teir dystin rættiliga truplan fyri okkum, segði Mark Hughes við enskar miðlar eftir dystin.