EB/Streymur fekk sjey av níggju stigum móti B68

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í dystunum millum EB/Streym og B68 hetta kappingarárið

Tað eydnaðist B68 at fáa javnleik móti EB/Streymi á Svangaskarði ígjár, men tað gjørdist tað einasta stigið B68 fekk móti EB/Streymi hetta kappingarárið.

 

EB/Streymur vann hinar báðar dystirnar móti B68, og tryggjaði sær sostatt sjey av níggju møguligum stigum móti B68 hetta kappingarárið.

 

Málúrtøkan gjørdist 4-2 til EB/Streym.

 

Her eru úrslitini og málskjúttarnar frá dystunum millum EB/Streym og B68 hetta kappingarárið: 

 

EB/Streymur-B68 2-1 (1-1) - 30. apríl

 

0-1 Lukasz Cieslewicz br.sp. (30.)

 

1-1 Philip Djordjevic (31.)

 

2-1 Andras Olsen (82.)

 

 

 

B68-EB/Streymur 0-1 (0-1) - 22. mai 

 

0-1 Gutti Dahl-Olsen (10.) 

 

 

 

B68 – EB/Streymur 1-1 (1-0) - 10. september

 

1-0: Dabo 25.

 

1-1: Bogi Reinert Petersen 48.