Sundalagsmenn fingu eina dreymabyrjan, tá ið teir vitjaðu á Sandi hjá B71 í dag. Dysturin var ikki meir enn ein minutt gamal, tá ið Egil á Bø legði EB/Streym á odda eftir at fríspark var sent inn í brotsteigin.
Lítla løtu seinni var aftur mál til EB/Streym. Sorin Anghel fór um koll inni í brotsteiginum, og dómarin bríkslaði fyri brotsspark. Ronnie Samuelsen var settur at skjóta, og sjálvt um málmaðurin fór rætta vegin, so hevði hann ongan møguleika at bjarga skotinum hjá Ronnie.
Eftir 2-0 málið tóktust sandoyingar at vakna. 5 minuttir eftir málið minkaðu teir um munin. Eirikur Poulsen var staddur beint frammanfyri miðjuna, tá hann sendi ein bólt inní brotsteigin. René Tórgarð sá út til at hava tamarhald á støðuni, men onkursvegna fór bólturin ímillum hendurnar og í málið, og so var 2-1. Hetta var samstundis fyrsta málið, sum EB/Streymur hevur latið ígjøgnum í ár. Restina av hálvleikinum royndi B71 at trýsta, men støðan var 2-1, tá liðini fóru til hálvleiks.
Í seinna hálvleik var EB/Streymur við yvirlutan, og um miðjan hálvleikinum økti Hans Pauli Samuelsen til 3-1, tá hann tók kjansin langt úti frá.
Móti endanum av dystinum minkaði Eli Hentze um munin við brotssparki, og beint eftir hetta fekk John Heri Dam reyða hjá EB/Streymi reyða kortið. EB/Streymur helt tó fast um støðuna, og tryggjaði sær sostatt fjórða sigurin av fýra møguligum.
B71-EB/Streymur 2-3
0-1 Egil á Bø
0-2 Ronnie Samuelsen (brotsspark)
1-2 Eirikur Poulsen
1-3 Hans Pauli Samuelsen
2-3 Eli Hentze (brotsspark)