EB/Streymur er aftur steypavinnari

Tað er tøgn og vónbrot í reyðu síðuni av skýlinum í Klaksvík. Í bláu og svørtu síðuni er tað gleði og gaman. Fyri fjórðu ferð seinastu fimm árini hevur EB/Streymur vunnið steypafinaluna, og harvið hava teir í Sundalagnum tryggjað sær rættin at spæla í europeisku kappingina í 2012.

Einki er at siga til, at fuglfirðingar eru vónbrotnir. Hetta var fimta ferðin, at ÍF var annar parturin í steypafinaluni, og hetta var fimta ferðin, at mótstøðumenninir fóru við sigrinum og harvið steypinum og rættinum at taka lut í altjóða kappingum.

 

--

 

Tað endaði 3-0 í Klaksvík. Triðja málið skoraði Arnbjørn T. Hansen, sum setti bóltin í málið, eftir at Daniel Udsen hevði spælt hann púra leysan. Málið kom í skjótum mótálopi, eftir at ÍF leingi hevði pressað fyri at minka um munin.

Úrslitið sigur, at EB/Streymur vann stórsigur á ÍF. Dystargongdin segði, at tað var tætt, spennandi og intenst, og veruleikin var eisini tann, at stóri munurin á liðunum var, at EB/Streymur í álopinum hevði spælararnar, sum megnaðu at finna málið, meðan stóri veikleikin hjá ÍF, sum hevur verið alt árið - at tað ikki eydnast at fáa mál - enn eina ferð gjørdist meinur.

 

ÍF-EB/Streymur 0-3 (0-1)

Finala um løgmanssteypið í Klaksvík fríggjadagin 5. august kl. 18.

Dómarakvartett: Lars Múller, Andreas Josephsen, Jan Gardar og Rúni Gaardbo

0-1: Arnbjørn T. Hansen 10.

0-2: Daniel Udsen br 55.

0-3: Arnbjørn T. Hansen 90.

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Bogi Løkin, Alexander Jovevic (Poul Ennigarð, 75.), Frank Poulsen (Hanus Eliasen, 60.) - Dánjal á Lakjuni, Høgni Zachariasen, Nenad Saric (Atli Petersen, 86.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hallgrím G. Hansen, Chris Muomaife, Kaj Ennigarð og Margeir Toftegaard

Gult kort: Bartal Eliasen, Jákup Mikkelsen

Venjarar: Símun Eliasen og Rúni Nolsøe

EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Aage Hansen (Leif Niclasen, 24.), Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex Jose dos Santos - Pætur Dam Jacobsen (Brian Olsen, 90.), Sorin Anghel, Daniel Udsen - Levi Hanssen, Arnbjørn T. Hansen, Hans Pauli Samuelsen (Arnar Dam, 81.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jákup Andrias Hansen, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, Jónstein Magnussen, Pauli G. Hansen

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel, Arnbjørn T. Hansen

Venjari: Heðin Askham

 

 

 

90 min.

0-2

ÍF hevur kempað fyri at skora, men tað hevur ikki eydnast, hóast ÍF hevur verið ógvuliga tætt við: tvær ferðir hava teir í EB/Streymi bjargað á strkuni hesa síðstu løtuna.

Atli Petersen er komin á vøllin í staðin fyri Nenad Saric hjá ÍF.

 

80 min.

0-2

Hans Pauli Samuelsen er farin av vøllinum og í hansara stað er komin Arnar Dam á EB/Streyma liðið.

EB/Streymur var tætt við at økja um leiðsluna, tá ið Daniel Udsen sneiddi seg ígjøgnum í vinstru, men bólturin fór við síðuna av málinum.

Nú bendir alt á, at EB/Streymur annað árið á rað skal vinna steypafinaluna á ÍF!

 

75 min.

0-2

Tað kennist sum um, at luftin er við at fara úr ÍF, sum hevur stríðst nógv fyri at koma fyri seg aftur, men teir eru framvegis vandamiklir. Bartal Eliasen sendi við høvdinum dygst omanfyri tvørtræið eftir innlegg úr vinstru, og Rene Tórgarð bjargaði væl, tá ið Høgni Zachariasen royndi seg við fløtum frísparki úr 18 metrum.

Poul Ennigarð hevur avloyst Alexander Jovevic hjá ÍF.

 

70 min.

0-2

ÍF hevur góðan hug at leypa á, og tað ber møguleikar fyri skjótum mótálopum. Eftir sovorðið álop og fína fríspæling frá Leif Niclasen var Hans Pauli Samuelsen púra leysur og hevði góða roynd, men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga, og harvið er tað framvegis spennandi.

 

65 min

0-2

ÍF hevur fótað sær aftur, eftir at fuglfirðingar løtuna eftir seinna málið tóktust ikki frítt frustreraðir.

Sorin Anghel hevur sæð gult fyri at fella Nenad Saric.

 

60 min.

0-2

ÍF hevur umskipað. Hanus Eliasen er komin inn, og Frank Poulsen er farin av vøllinum. Hanus er farin í vinstra borð, Nenad Saric er vorðin framrættaður miðvallari, og Bogi Løkin er aftari á miðvøllinum.

 

55 min.

MÁL

0-2

Eftir fantastiska fríspæling fór Leif Niclasen einsamallur ímóti Jákupi Mikkelsen, sum tveitti seg. Tað tóktist sum um, at Jákup Mikkelsen fekk hondina á bóltin, tá ið Leif Niclasen fór um koll, men dómarin peikaði á ellivu metra blettin, og Daniel Udsen setti brotssparkið í netið.

Ein køld spann av vatni í andlitið á ÍF, sum hevur stríðst fyri at javna, og sum kendi seg burturdømt, tá ið Bartal varð dømdur rangstaddur, tá ið hann setti bóltin í málið!

 

 

Tað er framvegis sera ferðmikið. ÍF hevur megnað

 

50 min.

0-1

ÍF hevur havt bóltin í málinum aftanfyri Rene Tórgarð eftir flatt innlegg úr høgru, men linjuverjin hevði flaggið á lofti fyri rangstøðu.

Lítla løtu seinni lyfti Hans Pauli Samuelsen úr átjan metrum bóltin upp um Jákup Mikkelsen, men eisini omanfyri tvørtræið.

 

2. hálvleikur byrjar nú.

Hjá ÍF er Bartal Eliasen fluttur fram í álopið, og Høgni Zachariasen er fluttur aftur í miðverjuna!

 

Tað er hálvleikur, og tað er rættuligur steypadámur kring vøllin í Klaksvík. Talan hevur eisini verið um framúr hálvleik. Ferðin hevur verið stór, og tað hevur skift skjótt frá einum brotsteigi og í hin. EB/Streymur skoraði eftir tíggju minuttir, tá ið Arnbjørn T. Hansen stýrdi innleggi frá Hans Paula Samuelsen úr vinstru í netið.

Síðstu løtuna av 1. hálvleiki var ÍF fleiri ferðir upp á spæl. Bartal Eliasen, Dánjal á Lakjuni og Nenad Saric hava havt góðar royndir, men tað er framvegis 1-0 til EB/Streym.

 

 

Hálvleikur

0-1

 

Ein minuttir lagdir aftrat.

Í yvirtíðini royndi Nenad Saric, eftir innlegg úr høgru frá Dánjali á Lakjuni, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

45 min.

0-1

ÍF hevur verið orduliga framvið síðstu løtuna. Eftir skjótt álop í høgru, endaði tað við, at Dánjal á Lakjuni kom í góða støðu. Hann royndi úr 10 metrum, men Rene Tórgarð bjargaði.

Í næstu løtu gjørdi ÍF stórt verjumistak, men skotið fór við síðuna av málinum. Arnbjørn T. Hansen var ikki nøgdur, tí hann kendi seg vera í góðar støðu, og at hann harvið átti at fingið bóltin!

 

40 min.

0-1

Tað er framvegis ferðmikið og intensiteturin er stórur. Fuglfirðingar eru ógvuliga sparnir at royna seg við skotum úti frá. Bartal Eliasen royndi seg av brotsteigarmarkinum eftir frísparksinnlegg, og tað var ógvuliga tætt við.

Pætur Dam Jacobsen hjá EB/Streymi fær gult kort, eftir at hann óregluliga steðgaði Nenad Saric í gjøgnumbroti.

 

35 min.

0-1

Talan er um sannan steypafótbólt. Eftir ÍF álop og vandamikla støðu, fór EB/Streymur í skjótt álop. Leif Niclasen royndi seg við skoti, sum Jákup Mikkelsen bjargaði til horna. EB/Streymur fekk tvey horna, men báðu ferðirnar varð bólturin sendur ov langt aftur um málið og út av vøllinum og til málspark.

Síðani hevur ÍF lopið á, og tað endaði við, at Dánjal á Lakjuni legði innlegg og langt aftur og út av vøllinum til málspark.

 

30 min.

0-1

Eftir útskiftingina hevur EB/Streymur umskipað. Levi Hanssen er farin aftur á vongverjan í høgru, og Leif Niclasen er síðuspælari fremri í høgru. Eitt sindur av fjáltri er á EB/Streymi eftir útskiftingina, og ÍF er ágangandi, men tað skiftir skjótt úr øðrum endanum og aftur í hin.

 

25 min.

0-1

Bartal Eliasen hjá ÍF hevur sæð gult fyri óregluliga at steðga Daniel Udsen í gjøgnumbroti í vinstru. Einki kom burtur úr frísparkinum, og bara sekund seinni var vandamikið í hinum endanum.

Leif Niclasen er komin á vøllin fyri Gert Hansen.

 

20 min.

0-1

EB/Streymur hevur betri tak á fótbóltsspælinum. Trupulleikin hjá EB/Streymi er, at Gert Hansen er so mikið skaddur, at hann hevur biðið um at verða skiftur út.

Hjá ÍF er tað serliga Dánjal á Lakjuni í høgru, sum er ágangandi.

 

15 min.

0-1

Liðini hava fingið betri tak á fótbóltsspælinum, og spentar støður hava verið í báðum endum, uttan at tað hevur borið mál við sær. ÍF tykist hava góðan hugburð og stríðist fyri at koma afturíaftur, eftir at EB/Streymur hevur lagt seg á odda.

 

11 min.

0-1

MÁL!!

EB/Streymur vann bóltin av ÍF, sum er á veg í álop. Sorin Anghel spældi í vinstru í brotsteiginum til Hans Paula Samuelsen, ið legði flatt innfyri, og mitt fyri málinum var Arnbjørn T. Hansen púra blankur, tá ið hann stýrdi bóltin í málið.

 

10 min.

0-0

ÍF hevur havt væl meiri tak á bóltinum, men enn hevur tað ikki eydnast liðunum at spæla seg til málmøguleikar.

 

5 min.

0-0

ÍF hevur havt fríspark úr høgru, eftir at Dánjal á Lakjuni varð feldur. Bogi Løkin legði innfyri, og Bartal Eliasen stútaði við síðuna av málinum.

Eitt sindur av fjáltri tykist vera á báðum pørtum. Eftir EB/Streyma innkast frá Gert Hansen í høgru endar tað við málsparki til ÍF.

 

Tað er tøgn í ein minutt. Spælarar og dómarar standa í ringinum á miðjuni og áskoðararnar drýpa eisini høvur til minnis um Jóhan á Stongum, sum spældi við EB/Streymi.

 

Kaj Leo Johannesen hevur heilsað upp á spælararnar og dómararnar, so nú er greitt at fara undir dystin í Klaksvík. Hýrurin er fantastika góður, og líkindini eru sera góð. Tað er stilt, og tað er mest sum turt.

ÍF vann lutakastið og hevur valt at spæla úr vestara málinum og eystur ímóti Ósánni.

 

 

ÍF-EB/Streymur kl. 18.00

Finala um løgmanssteypið í Klaksvík

Dómari: Lars Múller

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Bogi Løkin, Alexander Jovevic, Frank Poulsen - Dánjal á Lakjuni, Høgni Zachariasen, Nenad Saric

EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Aage Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex Jose dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel, Daniel Udsen - Levi Hanssen, Arnbjørn T. Hansen, Hans Pauli Samuelsen