Leygardagin vann NSÍ á júst EB/Streymi við Løkin, men nú var vent í holuni. EB/Streymur fekk eina dreymabyrjan uppá dystin, og í hálvleikinum høvdu tær longu avgjørt dystin, tá teir førdu heili 4-0. Ronnie Samuelsen legði EB/Streym á odda. Hanus Eliasen økti til 2-0, áðrenn Ronnie aftur var uppá spæl og økti til 3-0. Nakað undan steðginum økti Arnbjørn Hansen upp í 4-0. Í seinna hálvleiki pyntaði NSÍ um úrslitið, tá Øssur Dalbúð fekk minka um munin til 4-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.