Millum teir mongu blá/svørtu áskoðararnar við Djúpumýru í Klaksvík í dag vóru tríggjar eiðisdamur, sum væl skilligt vóru ovurfegnar eftir dystin.
- Hatta var fantastiskt. Steypavinnarar annað árið á rað er ótrúligt, sigur Elin Vesturdal.
- Eg haldi, at samanumtikið so var hatta ein fult uppiborin sigur. Kanska okkurt kundi diskuterast, men í síðsta enda var tað uppiborið, at vit vunnu, sigur Nomi Høghamar.
EB/Streyma áskoðararnir høvdu sum vera man gjørt nógv burturúr áðrenn dystin.
- Vit hava hitað upp í allan dag. Útvarpið hevur staðið frá síðan tíðliga í morgun, so man hevur fylgt við allari upptaktini. So møttu vit sjálvsagt eisini tíðliga fyri at fáa allan stemningin við," sigur Alis Eidesgaard.
Landskappingin hevur fyri EB/Streym ikki verið tann besta. Teir liggja nummar trý, og hóast nakað av fjarstøðu til oddaliðið B36, so hava konurnar av Eiði ikki givið vónina upp.
- Men vit trúgva upp á tað til tað síðsta. Nú er ið hvussu so er ein stórur partur av kappingarárinum bjargaður, nú steypafinalan varð vunnin, sigur Nomi at enda.