E-lesari kann bjarga doyggjandi avísum

Ein elektroniskur lesari, E-lesarin, stormar fram í USA, og nú bíða fólk av álvara bara eftir, at avísin verður løgd í forngripasavnið fyri farnar miðlar At avísin er deyð er bert lutvíst rætt. Víst nokk hongur roknskapurin ikki saman fyri ta prentaðu avísina, ið verður borðin til dyrnar. Men nýggj tøkni er við at geva avísini nýtt lív, á internetinum, á fartelefonini og á teimum komandi nýggju e-lesarunum frá Amazon, Sony ella Apple.

- Um tann gamla prentaða avísin var ein ísflaki, so má sigast at vatnið undir ísflakanum hitnar av álvara í hesum døgum, sigur Søren Schultz Jørgensen, stjóri og partaeigari í miðlamenningarfyritøkuni Kontrabande, við danska blaðið Ingeniøren.

- Avísin er ikki longur »avísin«, sum vit kenna hana. Hon er í fullari ferð við at gerast nakað annað. Nú síggja vit at konseptið og innihaldið í avísini kemur fram aftur í øllum møguligum skapum, sigur hann.

Marknaðarstjóri í Danske Specialmedier,

Henrik Tøgersen, metir eisini at tað er upp á tíðina at dagbløðini hugsa í nýggjum leiðum.

Enn eru e-lesararnir tó ikki nóg góðir. Hvørki Kindle frá Amazonas ella e-lesararnir hjá Sony eru trúlig alternativ til prentaðu avísina. Teir eru í svørt-hvítum og ein kann hvørki viðmerkja, blanda ella menna nýtt innihald.

- Men loysnin er á trappuni, metir Henrik Tøgersen.

- Vit vóru á eini ráðstevnu í mai, har miðlaserfrøðingar vóru á einum máli um, at eitt gadget kemur, til dømis ein Apple Reader, ið megnar at lyfta uppgávuna, kemur veruliga ferð á, greiðir hann frá.

Eftir øllum er tað so bert ein spurningur um tíð, nær Sosialurin og Dimmalætting eisini koma út sum talgild avís, og prentaða avísin fer í søguna.