E-handil ? kemur hann okkum við...!?

Annaðhvørt vit ynskja tað ella ei, er internet-snartokið farið á rull. Tað er við at vera síðsta útkall, og um vit vilja verða við ella ei mugu vit avgera sjálvi. Komandi árini fara vit óivað at síggja fyritøkur, ið skriva søgu ? meðan aðrar fara í søguna...

Tað er frammi í løtuni at hava eitthvørt við ?e? at gera. Men hvat liggur í heitinum e-handil, er talan um upplop ella er hetta nakað sum einhvør ? einstaklingur sum fyritøka ? eigur at taka støðu til? Her verður í stuttum givið eitt boð uppá hvørji atlit, virkisleiðarar eiga at taka, tá farið verður inn í henda nýggja heim.


Fleiri vinnulívsleiðslur hyggja við ivasemi eftir ítøkiligu fyrimununum við e-handli og handilsliga virðinum av internetinum. Møguliga hongur hetta saman við at mætastu forsprákararnir av øktum internetvirksemi higartil hava verið KT- og reklamuvinnan. Men internetið og e-handil eru ikki bert tøkniligir- ella lýsingarspurningar ? tað eru handilsligir spurningar, ið leiðslan sum skjótast eigur at fáa greiði á.


Antin vit vilja tað ella ei, slepst ikki undan, at tað í løtuni henda djúptøknar broytingar í tøkniliga grund-støðinum ? broytingar, sum eru okkum øllum viðkomandi. Henda tøkniliga menning ella ?digitalisering?, verður av summum hildin at vera ?bert ein nýggj tøkni?, men her má havast í huga, at talan samstundis er um grundleggjandi broytingar í okkara heimsuppfatan og ?týðan. Broytingar, sum í stóran mun koma at ávirka okkara arbeiðslag og samskiftishættir, og sum eftir mínum vilja hava avgerandi árin á okkara uppfatan av virkisleiðslu og mátan at reka handil. Og her spælir internetið ein týðandi leiklut.


At vøkstur er á internet økinum er flestum eyðsæð, og fyri í stuttum at lýsa internet-útbreiðsluna kunnu nevnast fylgjandi tøl, ið vísa væntaðu gongdina:


Internetbrúkarar:

19943 mió.

1998100 mió.

20051000 mió.

Handil á internetinum:

1998        150 mia. kr.

2000        2000 mia. kr.

2005        7000 mia. kr.


Hóast talan er um partvísar gitingar, eiga hesi tøl at siga okkum, at vit óivað bert hava sæð toppin av ísfjallinum.


Hjá fyritøkum, ið standa fyri hesum broytingartíðum, átti tað ikki longur at verið tøknin sjálv, sum er mest áhugaverdi parturin. Heldur eigur leiðslan at seta seg inn í og taka støðu til hvussu henda tøkni kann gagnnýtast, við handilsligum fyrimunum fyri eyga. Men hóast hesin nýggi internet-heimur verður mettur at geva føroysku vinnuni fleirfaldaðar møguleikar við sonevndu ?globaliseringini?, má havast í huga, at hetta í líka stóran mun kann gerast ein hóttan. Um leiðslan ikki hevur eina greiða støðu til - ikki um ella nær, men hvussu fyritøkan gerst partur av internetinum, er vandi fyri at ein verður afturúrsigldur.


Sum áður nevnt eigur e-handil ikki at vera ein KT- ella marknaðarføringsuppgáva. Øll fyritøkun er umfevnd, og tað er úr erva ? frá leiðslunar síðu, at fram-takshugurin skal birtast.


Um hetta ikki longu er gjørt, eigur leiðslan at leggja eina internet-strategi, har mál og miðlar fyri framtíðar virksemi á internetinum verða stungnir út í kortið. Tað er her av týdningi, at ein setur seg væl inn í tøknina, internetið og e-handil sum heild ? og skilur teir møguleikar og hóttanir, ið her kunnu liggja. Ein eigur at útgreina, hvat meirvirði viðskiftafólki kann fáa, og síðan skal støða takast til hvørji tiltøk, í samsvar við langtíðar handilsætlanirnar annars, skulu setast í verk.


Tað er sjálvsagt ilt at siga hvør gongd leið er hin skilabesta hjá tí einstaka virkinum, men nakrar ábendingar kunnu tó gevast. Bert at síggja internetið sum ein miðil kann eftir mínum tykki geva skeiva fatan av hvørji handilsligir fyrimunir her kunnu liggja. Neyðugt er at skilja teir eginleikar við internetinum, ið kunnu geva eina hollari fatan av strategisku møguleikunum við e-samskifti. Hesir eginleikar eru lýstir í niðanfyri standandi mynd. E-handilstrappan skal ikki skiljast sum einasta rætta leiðin hjá fyritøkuni til e-handilsvirksemi, men hon verður mett at ímynda gongdina hjá flestu virkjum, sum í vaksandi mun nýta internetið í dagliga arbeiðinum.

Grundað rættað

undirstøðukervi

Fyrsta stig á leiðini er at virkið hevur neyðuga undirstøðukervi (infrastruktur). Her verður ikki hugsað um vegir, tunlar og brýr, men um digitala undirstøðukervi. Flestu miðalstórar og stórar fyritøkur hava í dag skipað teldurnar í net, umframt at tær hava internet-samband. Ein langtíðarætlan fyri útbygging av hesum kervi verður mett sum ein fyritreyt fyri einum sunnum grundstøði undir internetvirkseminum.


Marknaðarføring og

samskifti

Internetið má sigast at hava serliga góðar marknaðarførings- og samskiftiseginleikar. Ofta sæst hetta við at marknaðardeildin fær ábyrgdina av internetvirkseminum. Vanligt í hesum skeiði er at fyritøkan fer undir e-postsamkifti og hevur eina kunnandi heimasíðu.


Tað eru helst fáir virkisleiðarar, ið ikki hava sæð møguleikarnir at nýta internetið sum lýsingarmiðil og sýnisglugga. Sammett við útvarp og sjónvarp, sum ávikavist høvdu 40 og 13 ár at náa ein sonevndan ?kritiskan massa? á 50 mió. fastar ?nýtarar?, tók hetta bert 4 ár hjá internetinum. Sostatt er internetið ikki bert eitt samskiftisamboð, tað er vorðið ein samskiftisháttur.


Samskipan av arbeiðsgongdum

Tá hetta er sagt má staðfestast, at dagarnir, har ein stutt lýsing av fyritøkuni, telefonnummar og bústaður, saman við eini mynd av stjóranum, var einasta ískoyti til heimasíðuna, eru taldir. Sokallaða visittkort-støði má og skal broytast til eitt meira miðvíst virksemi. Internetið skal her verða ein nátúrligur partur av arbeiðsdegnum og av mátanum, virkið verður rikið. Arbeiðsgongdirnar eiga at verða samskipaðar og heiti sum intranet og extranet koma inn í myndina.


e-samskifti

Grundleggjandi skipanir í fyritøkuni, so sum fíggjarstýrings-, framleiðslu og søluskipanir koma at broytast munandi komandi árini. Rákið er, at úvegarar av tílíkum skipanum, t.d. Navision, Concorde og SAP gera skipanirnar internet-tilbúðnar, soleiðis at tær troyta møguleikarnar, sum internetið ber í sær. M.a. kann vøru- og tænastu-útboðið við hesum gerast sjónligt á internetinum. Beinleiðis útvegara- og kundasamskifti verður vanligt, og sonevnda business-to-business samskifti verður munandi broytt, m.a. við elektroniskum fakturum.


Annaðhvørt vit ynskja tað ella ei, er internet-snartokið farið á rull. Tað er við at vera síðsta útkall, og um vit vilja verða við ella ei mugu vit avgera sjálvi. Men hóast tað hvørki verður einkulta virkisleiðslan ella føroyska vinnan sum heild, ið koma at avgera, hvørjar spælireglur vera galdandi á nýggja e-torginum, er tað av størsta týdningi at vit hava eina greiða støðu til hvør okkara leiklutur skal verða - bæði hvat politiskum mynduleikum og virkisleiðslum viðvíkur. Komandi árini fara vit óiva at síggja fyritøkur, ið skriva søgu ? meðan aðrar fara í søguna...