Bosniski álopsspælarin Edin Dzeko verður roknaður millum heitu nøvnini í europeiskum fótbólti í hesum døgum. Hann spælir fyri Wolfsburg í Týsklandi, men líkt er til, at hann fer at skifta felag. Arsenal hevur verið áhugað í spælaranum, men sambært umboðsmanninum hjá Dzeko, so skiftir spælarin til AC Milan í Italia at spæla í summar. Tað einasta, sum manglar, er ein undirskrift á ein sáttmála.









