Dysturin í Vági varð av ongum

Dysturin í Vági varð avlýstur, av tí at bert annar av dómarunum møtti

Yvirskriftin er gomul, og tað skuldi ikki verið neyðugt at skriva hana einaferð afturat, men eftir stendur, at Stjørnan fór langa túrin úr Klaksvík til Vágs til fánýtis.

Stjørnan fór suður leygarkvøldið, men tá dysturin móti VB skuldi til at byrja, vísti tað seg, at bert annar av dómarunum var møttur upp.

Skotið varð upp, at hesin dómarin so dømdi saman við einum dómara hjá VB, so dysturin kundi spælast, men hetta gekk Stjørnan ikki við til.

Sostatt bleiv dysturin av ongum og skal spælast einaferð seinni í ár.