Dysturin um loysing/samband skal leikast á heimavølli

Tað er ikki á fólkatingi, at vit skulu dystast um samband ogloysing. Tann dystur skal takast í Føroyum.

Tað er skomm, tað sum vit hava upplivað seinnu árini, at bæði okkara fólkatingsumboð føra hetta klandur niður á danating.
Á fólkatingi skal ein føroysk fólkatingskvinna umboða tær avgerðir, sum løgtingið hevur samtykt og virða tær politisku avtalur, sum eru gjørdar í Føroyum. Eisini um eins egni flokkur ikki er partur av avtaluni.
Tí Løgtingið er evsta vald í Føroyum – og einasta fólkavalda parlament okkara. Tað er ógvuliga umráðandi at gera greitt fyri dønum, at so er.