Dysturin í HM undankappingini ímillum Pólland og Ongland í kvøld er avlýstur.
Hann skuldi byrja í polska høvuðsstaðnum klokkan 20, men har hevur oyst niður í fleiri tímar.
Fleiri enskir fjølmiðlar skriva, at av onkrari óskiljandi orsøk hildu fyrireikararnir, at tað ikki var neyðugt at leggja takið á vøllinum og avleiðingin var, at stórir hylar vóru allastaðni á
vøllinum.
Eftir ein lítlan tíma gjørdi dómarin av at dysturin skuldi útsetast, tí tað var ómøguligt at spæla, su vøllurin var.
Dysturin verður ístaðin klokkan 16 í morgin