Dysturin neyvan liðugur tá Smyril loysir

Ivasamt er, um kyndilskvinnur náa norður aftur við Smyrli fríggjakvøldið

Tað tykist ivasamt, um Kyndilskvinnur yvirhøvur náa norður aftur við Smyrli eftir dystin, ið, sum nú er, stendur á skránni fríggjakvøldið.

 

Støðan er nevniliga tann, at Vágs høll, ið skal vera karmur um dystin, er leigað út til annað endamál inntil klokkan 19 fríggjakvøldið. Hetta hevur hallarvørðurin váttað fyri in.fo, sum samstundis sigur, at tað ikki er vanligt, at annað virksemi í høllini má víkja fyri lands- og steypakappingardystum av ymsum slag.

 

 

Les eisini Dysturin verður fríggjakvøldið

 

Les eisini VB noktar at spæla fríggjadagin

 

Tí tykist sannlíkt, at dysturin ikki kann blásast í gongd fyrr enn klokkan 19.30. Ein hondbóltsdystur varar sum flestum kunnugt í 60 minuttir, umframt sjálvan hálvleikssteðgin, ið er 15 minuttir. Tó, ólíkt fótbólti, verður klokkan støðgað, tá bólturin ikki er í spæli, og samlaða dystarlongdin man tá verða nærri hálvum øðrum tíma. Spurningurin er tí, um kyndilskvinnur yvirhøvur náa umborð á Smyril, áðrenn hann byrjar ferð sína norðureftir fríggjakvøldið klokkan 21.00.