Dysturin móti Malaga avlýstur

Heimasíðan hjá FSF skrivar at avtalaði dysturin millum Føroyar og Malaga er avlýstur.

Eftir ætlan skuldi føroyska landsliðið, sum í løtuni er á venjingarlegu í Mijas í Suður-Spania, spæla venjingardyst móti spanska La Liga felagnum Malaga í morgin.

 

Hesin dystur er nú avlýstur, tí spanska fótbóltssambandið hevur sett forboð fyri, at dysturin verður spældur. Hetta var annar av tveimum dystum á venjingarleguni hjá landsliðnum, sum leygardagin vann 4-1 á Gibraltar. 

 

Spanska landsliðið spælir í morgin venjingardyst móti Italia á heimavølli og spaniólar vilja ikki hava, at nakað annað landslið spælir dyst í Spania samstundis.

 

Dysturin millum Føroyar og Malaga var annars avtalaður fyri rúmari tíð síðani og tað eru altjóða góðkend umboðsfólk, ið hava tikið sær av at fáa dystin í lag.

 

Nú eru tó boð komin frá spanska fótbóltssambandinum, at Føroyar og Malaga ikki sleppa at spæla í morgin.

 

Kelda : www.fsf.fo