- Í kvøld er eitt stig nøktandi, tí vit spældu ein vánaligan dyst, sum fer skjótt í gloymibókina, segði hann eftir dystin.
- Vit komu longur niðan á vøllin í seinna hálvleiki, og fáa nakrar málgevandi málmøguleikar í endanum. Vóru vit hepnir í kvøld, so vunnu vit dystin, helt Heðin.
- Tað verður sagt, at um tú fær eitt stig á útivølli, og trý stig á útivølli, so er í ordan. Vit fáa ÍF á vitjan sunnudagin, og hetta verður ein trupul dystur. Men vit hava heimavøll, og vit skulu vinna dystin, segði Heðin Askham at enda.