Dystarskráin fyri Premier League 2012/13 klár

Nú er greitt nær hvør skal spæla móti hvørjum komandi kappingarár í Premier League. Dystarskráin kom fyrr í dag. Manchester City byrjar verjuna av meistaraheitinum á heimavølli móti Southampton.

 

Í dag kunngjørdi Premier League dystarskránna fyri komandi kappingarár. Manchester City fær vitjan av Southampton, sum er uppflytari. Manchester United skal á vitjan á Goodison Park í Liverpool, har Everton tekur imóti.

 

Í Newcastle verður dystur millum Newcastle og Tottenham, sum akkurát ikki komu í Champions League. Arsenal, sum hinvegin kom í Champions League, tekur ímóti Sunderland, meðan Liverpool er á vitjan hjá West Bromwich Albion, sum júst hevur sett frákoyrda hjálparvenjaran hjá Liverpool, Steve Clark, sum venjara.

 

Øll dystarskráin kann síggjast HER

 

Premier League leygardagin 18.august 2012:

(1. umfar)

 

Arsenal - Sunderland

Everton - Manchester United

Fulham - Norwich City

Manchester City - Southampton

Newcastle United - Tottenham Hotspur

Queens Park Rangers - Swansea City

Reading - Stoke City

West Bromwich Albion - Liverpool

West Ham United - Aston Villa

Wigan Athletic - Chelsea