Dystarendin og metingarnar hjá Claus Rasmussen

(Frá Rás2) Hoyr seinastu løtuna av Kyndil-Neistin 26-22 (12-10) og tað, sum Claus Rasmussen segði aftaná fyrru FM-finaluna

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá tí seinastu løtuni av fyrru/fyrstu FM-finaluni millum Kyndil og Neistan í hvonndeildini, sum Kyndil vann 26-22 (12-10).

 

Á ljóðfíluni hoyra vit eisini viðmerkjaran, Claus Rasmussen. Claus heldur, at Neistin hevur nógv at betra til komandi dyst, ikki minst at demma upp fyri Onnu Brimnes.

 

Kyndilskvinnur kunnu verða væl nøgdar við sítt avrik, sambært Claus Rasmussen, og trýstið er á Neistan nú. Claus væntar ein branddyst í aðru FM-finaluni, sum verður leikt leygardagin.