Lutakastið í Europa League fløskaði seg soleiðis, at donsku meistararnir úr FC Midtjylland skulu møta Manchester United í 1/16-finaluni. Enska stórfelagið vitjar í Herning 18. februar, men tað verður ikki bíligt hjá teimum, sum ætla sær at hyggja.
Prísurin á atgongumerkjunum liggur nevniliga ímillum 595 og 695 krónur. Tey, sum hava árskort, sleppa tó eitt sindur bíligari. Hjá teimum er prísurin ímillum 400 og 500 krónur fyri hvørt atgongumerki, alt eftir hvar tey ynskja at sita.
9.500 heimaáskoðarar sleppa til dystin, meðan onnur 600 atgongumerki eru løgd av til fjeppararnar hjá Manchester United. Sølan byrjar 25. januar, men tey, sum hava árskort, hava forkeypsrætt og sleppa at keypa eina viku fyrri.