Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?
- Eg eri so vælsignað, at eg eri við í toyminum, sum pyntar City Church. Her gera vit altíð nógv burturúr við jólapynti, eisini tí vit hava tað, vit rópa city-meal koyrandi hvønn mikudag í oktober, november og desember.
Tað sigur Lív Jacobsen.
Hon vísir á, at her bjóðar City Church ungum barnafamiljum inn til eina góða máltíð, og so smyrja tey sær matpakkar til dagin eftir.
- Tá eru vit øll barnasálir og gleðast um tað vakra jólapyntið, sum hugnar um.
Hon vísir á, at í desember hevur City Church tað, tey rópa jóla-city-meal, og tá eta tey gott, dansa um jólatræ og fáa gávur.
- Í ár kemur Ásbjørn Bertelsen at undirhalda um jól, og ivaleyst hevur hann okkurt gott skemt við í kuffertinum.
Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?
- Jú, okkurt jólaprýði er komið upp og seinni kemur meira. Ljósketa verður á granntrænum uttanfyri. Tað er fast, at yngsta ommubarnið hevur tað til uppgávu, og tað dámar honum sera væl. Tað hevur hann eisini gjørt, síðan hann var heilt lítil. Hetta er Dávur, sum er fimm ár, sigur Lív.
Plaga tit at hava jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?
- Jólatræið er úr plasti, tí onkur er sartur fyri granni, men eftirgjørdu trøini eru eisini vøkur.
Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?
- Eg hugsi hvønn dag hesa tíðina, hvat skal keypast til børnini og ikki at gloyma til abban. Haldi, at abbin dámar væl at fáa jólagávur – og ikki minst dámar honum ananaskøkuna, sum verður bakað á jólum.
Lív sigur, at hon hevur keypt nakrar jólagávur.
- Tað er trupult at seta nakað tal á, hvussu nógvar gávurnar verða, tí eg finni næstan hvønn dag onkran, sum eg ynski at keypa eina jólagávu til, sigur Lív Jacobsen, sum ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.