Dýrari hjá vanligum fólki og vinnulívi

Ætlanin at geva løgregluni víðari heimildir at loynilurta eftir fólki, ger tað dýrari at búgva í Føroyum

 


Verður ætlanin at geva løgregluni víðari heimildir at loynilurta eftir fólki, fer tað at fáa avleiðingar fyri kostnaðarstigið í landinum.

 

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum nú eisini hevur sagt sína meining um ætlanina.

 

Felagið hevur ongar atfinningar ímóti endamálinum við ætlanini, sum er at bøta um umstøðurnar hjá løgregluni at kanna álvarslig lógarbrot.

 

 

Arbeiðsgevsafelagið sigur, at verður ætlanin sett í verk, soleiðis, sum tað nú liggur í kortunum, har rokningin fyri íløgu og rakstur fellur til Føroya Tele og Vodafone, fer tað at tyngja munandi um raksturin hjá feløgnum.

 

Tað merkir, at kostnaðurin fyri fjarskifti økist í Føroyum bæði fyri fólk flest, tað almenna, og fyri vinnuna.

 

- Hetta vil so aftur fáa avleiðingar fyri samlaða kostnaðarstøðið í landinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

 

Felagi sigur, at hetta stendur í greiðari andsøgn til tey uppskot, ið hava verið frammi í Løgtinginum um at kanna, hví tað er so dýrt at liva í Føroyum.

 

Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at hetta kann avlaga kappingina á føroyska fjarskiftismarknaðinum.

 

Ætlar ein nýggjur veitari at bjóða seg fram,  skal hann rinda ein íbindingarkostnað, so at hann eisini er við at rinda fyri útgerðina, telefeløgini skulu hava fyri at kunna loynilurta eftir fólki.

 

 Einki verður tó sagt um, hvussu stóran part av øllum kostnaðinum talan er um, ella hvussu ein semja skal fáast um býtið.

 

- Hetta kann ikki gerast eftir marknaðarbýtið, tí ein nýggjur veitari hevur ongan marknað.

 

Arbeiðsgevarafelagið heldur sostatt, at hetta er til ampa fyri kappingina á fjarskiftismarknaðinum, tí tað verður verri hjá nýggjum veitarum at fáa fótafestið.

 

Tí heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at løgreglan skal sjálv rinda fyri tað, sum tað kostar at geva henni betri møguleikar at loynilurta eftir fólki.