Nú fer tað at verða dýrari hjá teimum, sum eiga sethús, ella íbúð. Tað fer eisini at vera dýrari hjá teimum, sum hava lestrarlán, sum tey fáa rentustuðul fyri. Tað er greitt, nú Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at skerja rentustuðulin, fólk, sum hava bústaðarlán, fáa.
Í løtuni er rentustuðulin 35 prosent, men nú skal hann lækka eitt prosent um árið hesi næstu fimm árini, til 2019, tá ið hann verður 30 prosent. Avleiðingin fyri tey sum hava lán, verður, at tað fer at vera 33 krónur dýrari um mánaðin um árið, fyri hvørja millión, tey skylda. Tað merkir, at næsta ár fer tað at vera 396 krónur dýrari um árið, fyri hvørja millión tey skylda. Men í 2019 skulu fólk sostatt rinda 1.980 krónur meiri um árið fyri hvørja millión, tey skylda. - Endamálið er at spara landskassanum pengar, sigur Jørgen Niclasen.
Endamálið við rentustuðlinum er at lætta um hjá húsarhaldunum, og gera tað lættari at seta búgv í Føroyum. Men Jørgen Niclasen sigur, at tað má ásannast, at rentustuðulin mangan eggjar til, at fólk byggja ella keypa dýrari hús enn annars. - Ein lækking fer at minka um hendan skeivleikan, soleiðis at stuðulin í størri mun tænir sínum endamáli, sigur Jørgen Niclasen
Hann heldur, at tað er umráðandi broytingin er varislig og hetta er akkurát lagaliga løtan, tí rentan er so lág Roknað verður við, at landið sparir umleið 2,5 milllión krónir fyri hvørt prosent, stuðulin lækkar og í 2019 er sparingin sostatt 12,5 milliónir.
|