Í gjár eydnaðist ukrainska stórfelagnum, Dynamo Kiev, at vinna meistaraheitið, tá teir vunnu ein tryggan 3-1 sigur á Karpaty Lviv. Undan seinasta dystinum eru teir sostatt seks stig frammanfyri Shaktar Donetsk á øðrum plássi, sum hevur vunnið meistaraheitið seinastu tvey árini. Fyrr í ár eydnaðist eisini liðnum úr Kiev at vinna steypakappingina, og við hesum hava teir nú tryggjað sær “the double.”
Hetta er 12. meistaraheitið hjá Dynamo Kiev í ukrainskum fótbólti, meðan teir harafturat hava vunnið 13 meistaraheitið í gamla Sovjetsamveldinum í árunum 1961 til 1991.