Ja, Guð viti, hvussu "ribbegoplen mertensia ovum" skal umsetast til føroyskt, men hetta er í hvussu er - og sambært eini doktararitgerð - ein vanlig hvalspýggja í arktiskum sjógvi, har hon kann gerast upp til 10 cm. stór.
Men fyri ikki langari tíð síðan er ein stovnur av hesi hvalspýggju funnin í Eystursjónum. Her hava tær helst livað í einum tíðarlumma, sum tað verður rópt, síðan seinastu ístíð, har tær soleiðis eisini hava verið avskornar frá øðrum hvalspýggjum aðrastaðni.
Í einari grein í vísundaliga tíðarritinum Biology Letters", skriva hin ph.d.lesandi, Cornelia Jaspers og vegleiðari hennara, Thomas Kiørboe, sum bæði starvast hjá DTU Aqua, at stovnurin av nevndu hvalspýggjum í Eystursjónum fevnir um evarska smáar verur, ið ikki eru størri enn høvdið á einari knappanál - ella í mesta lagi tveir millimetrar.
Í greinini verður víst á, at talan snøgt sagt er um dvørga-hvalspýggjur, men granskarar vita ikki við vissu, hví hesar verur eru vorðnar so smáar. Teir halda, at tá deyðiligheitin má hava verið so stór undir givnu umstøðunum, hevur náttúran gjørt, at verurnar heldur eru vorðnar kynsbúnar so tíðliga - og at vøksturin soleiðis ikki fylgdi við.
- Tað hevur helst verið ein fyrimunur fyri hvalspýggjurnar at brúkt "krútið" upp á at seta eitt ættarlið í heimin heldur enn sjálvar at veksa seg stórar, sigur Cornelia Jaspers.
Hon leggur aftrat, at í hesum hvalspýggjustovninum í Eystursjónum finnast ongar vaksnar hvalspýggjur, men bert hesar evarska smáu verurnar.
- Á okkara 13 mánaðar longu kanningarferð í Eystursjónum funnu vit - til okkara bilsni - nógv egg og larvur, men vit funnu ikki eina einastu vaksna hvalspýggju av hesum slag, sigur Cornelia Jaspers, sum skal verja sína ph.d. ritgerð hin 14. mai í ár.