Klokkan 19.00 byrjar kvinnudysturin millum feløgini. Lítil ivi er um, at Neistin er favorittur undan dystinum, og við einum sigri kunnu tær leggja seg ájavnt við grannarnar úr Kyndli í kapprenningini um pláss í FM-finaluni.
Klokkan 20.30 verður mansdysturin bríkslaður ígongd. Har støðan undan dystinum, at StÍF hevur 12 stig, meðan Neistin hevur 10 stig. Strandingar hava havt blíðan byrð seinastu umførini, og vinna teir aftur hesaferð, kunnu teir av álvara leggja seg út í kappingina um pláss í FM-finaluni.