Dupultmoralur í góðum føroyskum stíli

Oddagrein

Eitt er at vera moralskur. Eitt annað er at vera dupultmoralskur. Føroyingar hava sum heild ein góðan moral, sum botnar í góðari siðvenju og kristiligum støði. Men harafturat eru føroyingar dupult-moraskir, verður vanliga sagt. Ja, heimsmeistarar í dupultmorali, siga summi.

Eitt dømi um dupult-moral føroyinga kom aftur til sjóndar nú um dagarnar. Í síðstu viku kunnaðu tveir studentaskúlalærarar um ein hvann-snaps, sum teir hava arbeitt við í fleiri ár. Tey, sum hava roynt henda snapsin, lata væl at honum. Hann hevur ein góðan og rundan smakk.

Men teir báðir, Jógvan Dahl og Finnur Lútzen, hava ikki lov at gera snapsin. Teir hava søkt áður, og teir hava søkt aftur nú, men Vinnumálaráðið hevur vent tummilin niður eftir. Teir fáa ikki loyvi at gera snapsin, og tað merkir, at føroyingar kunnu hvørki drekka ella bjóða ein føroyskan snaps.

Í grundini er slettis ikki talan um nakra grundframleiðslu. Tað, Jógvan og Finnur hava søkt um, er at sleppa at innflyta ráevni, reint spritt, og síðani lata hvonn ella onnur evni "trekkja" í sprittinum. Úr hesum fáa vit so hvann-snapsin.

Og hetta er ikki annað, enn tað sum nógv gera. Fólk keypa okkurt snapsaslag, sum ikki er so herskið, t.d. Brøndum, og lata kryddurtir av ymsum slag trekkja í snapsinum eina viku ella tvær, og so fært tú ein snaps, ella ein "bitter", sum tær líkar.

Alt hetta kunnu vit innflyta og keypa. Ja, Rúsdrekkasøla Landsins selir 100.000 tals litrar av vodka, snapsi, gin, whisky, konjakki, likøri, víni o.s.fr. um árið - ikki minst í hesum døgum - men vit kunnu ikki sjálvi gera ella framala ein føroyskan snaps, so vit høvdu okkurt føroyskt at bjóða.

Tað sama var við ølinum. Vi kundu "bestilla" danskt og annað útlendskt øl, men vit kundu ikki bryggja førosykt øl, fyrrenn lóggávan varð broytt í 1980, tá Føroya Bjór og Restorffs Bryggjarí fingu lov at bryggja føroyskt øl. Í dag er tað ein sjálvfylgja, men áðrenn lóggávan varð broytt, hoyrdust nógvar dómadagsprædikur.

Tá var alt í lagi, at vit "bestiltu" øll, men ikki at vit bryggjaðu. Ídag er alt í lagi, at vit keypa útlendskt brennivín, men vit skulu bara ikki gera tað sjálvi! Hetta er dupultmoralur í besta føroyska stílinum! Ja, eitt tjóðareyðkenni, ja, samleiki føroyinga.

Tá eru grannarnir fyri vestan frægari. Íslendingar gera fleiri søg av brennivíni og kendast man "Svartideyði" - Brennivín - vera, og ikki er teir føroyingar fáir, sum í hesum døgum keypa sær eina fløsku av "Svartadeyða", nú vit fara at halda tjóðarhátíð okkara og minnast deyða Ólav Heilaga.

Skoytast skal uppí, at hóast alt var tað áhugavert at síggja Dimmaætting ígjár, sum hevur skatta dýpið millum løgtingslimirnar. Kanningin vísir, at ein meiriluti vendir dupultmoralinum bakið, og heldur, at tað skal vera lov at gera ein føroyskan snaps. So kanska kunnu vit skeinkja ein føroyskan snaps á ólavsøku næsta ár!