Klokkan 20 í kvøld skipar Dupultkvartettin í Ebenezer fyri sangløtu á internetinum í sambandi við, at tað er 2. páskadagur .
– Ebenezer er av góðum orsøkum stongt, og tí verður sangløtan netvarpað í samstarvi við Evangelisku Røddina (evr.fo), upplýsir Ebenezer á heimasíðu síni.
Leinkið til sangløtuna verður løgd út í høgru síðu á heimasíðuni klokkan 19.50.
Dupultkvartettin í Ebenezer hevur sungið saman síðani 1978. Fyrstu ferð, sungið varð alment, var á hóskvøldsmøtinum í Ebenezer á Samfelagsstevnuni í november 1978. Av teimum átta, sum byrjaðu í 1978, eru fýra framvegis við.