Dupultkonsert í Ítróttarhøllini á Hálsi tann 29. nov.

Systkini Maria og Regin Guttesen við hvør sínum tónleikabólki

Fyri fyrstu ferð í Føroyum skulu Maria og Regin framføra síni egnu verk sama kvøld og sama stað.

Tá ð bæði systkini í løtuni eru í toppformi, verður lagt upp til eina konsert sum helst skuldi verið ógloymandi fyri bæði Mariu, Regin og áhoyrararnar.

Tónleikararnir hjá Regini vera úr Svøríki, Danmark og Føroyum. Tey eru:

Jákup Zachariassen og Parry Stenstrup guitar. Lasse Lauritsen saxofon. Jan Zachariassen bass. Jonas Jeberg trummir. Malin Zachariassen, Nomi Andreasen og Heine Lützen kór.

Tónleikararnir Maria hevur við sær, koma úr Danmark og Norra og tey eru: Jacob Højland keyboard. Sune Hånsbæk guitar. Lasse Lauritsen saxofon. Morten Tandrup bass. Kjell Håkon Aalvik trummir. Liv Grødal kór. Inge Johnsen kór.

Tónleikaskráin hjá Regini vera løg frá fløguni »Writing you a song«, sum flestu føroyingar ivaleyst hava hoyrt nógv til teir seinastu mánaðirnar, ja hansara fyrsta solo fløga.

Skráin hjá Mariu verður ein blanding av nýggjum og gomlum løgum hon sjálv hevur skrivað. Sjálvandi verður onkur gamal klassikari sum t.d. »Time after Time« hjá Cindy Lauper.

Stílurin hjá Mariu er inspireraður av soul, popp og gospel.

Regin og Maria fara eisini at framføra duettina »Chain around my Heart« sum tey syngja saman á fløguni hjá Mariu »Where it all begins«.

Men nú verður møguleiki at hoyra Regin og Mariu syngja saman, LIVE.

Konsertin verður í Ítróttarhøllini á Hálsi, leygarkvøldið tann 29. november kl. 20.