Dupultgangarin hjá Vardy tímir ikki meir

Lee Chapman, sum í tríggjar mánaðir hevur livað feitt av at verða duppultgangari hjá Jamie Vardy verður postmaður aftur

Ein av sensjasjónunum í allari sensasjónini, tá Leicester City gjørdist mest óvæntaði enski meistarin í søguni var 29 ára gamli postmaðurin, Lee Chapman, sum líkist legendariska Leicester City-áleyparanum, Jamie Vardy uppá ein prikk, sum myndin eisini vísur. Tað er Lee Chapmann til høgru á myndini. 

 

Lee Chapman er eisini Leicester City fjeppari, og hann var kringsettur av Leicester City fjepparum, sum vildu taka eina "selfiemynd" við honum. Tá hópurin hjá Leicester City fór sína sigursferð gjøgnum allan býin við einum bláum duppultdekkarabussi var Lee Chapman boðin uppí bussin, har nógvar myndir vóru tiknar av honum og Jamie Vardy.

 

Seinastu tríggjar mánaðarnir hevur Lee Chapman havt farloyvi frá starvi sínum, sum postmaður hjá Royal Mail, tí tað hava verið hópin av fyrispurningum at fáa hann at stilla upp til tiltøk, samrøður, og hendingar, har hann skal spæla "Jamie Vardy". Eitt tað mest øra var, at Lee Chapman skuldi ímynda Jamie Vardy, sum Lord Nelson, sum jakstraði ein kavbát hjá Vladimir Putin. Hetta var stutt áðrenn Ongland og Russland spældu tann fyrsta dystin í EM-bólkaspælinum. 

 

Jamie Vardy sjálvur er eisini troyttur av øllum tiltøkunum, har Lee Chapman gevur seg út fyri at verða hann, og hetta hevur Lee Chapman tikið til sín. Lee Chapman hevur annars livað feitt av at verða duppultgangarin hjá Jamie Vardy seinastu tríggjar mánaðarnar, men pengar eru ikki alt. 

 

Við norsku sjónvarpsrásina TV2 sigur Lee Chapman, at hann er troyttur av at ganga runt og spæla "Jamie Vardy" fulla tíð, og hann fer nú at arbeiða sum postmaður aftur. Lee Chapman undirstrikar, at hann er ein stórur Leicester City fjeppari, og hann vil ikki gera nakað, sum órógvar Leicester City og Jamie Vardy. 

 

Nú fer Lee Chapman bara at stilla upp til hendinga uppgávur, men fer fyrst og fremst at fokusera á at fáa postin rætt út til síni viðskiftafólk. Hann hevur árskort til heimadystirnar hjá Leicester City, og ætlar ikki at forsøma nakran dyst, sum ein rættur fjeppari.