TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eina serliga hending, sum hendi tá dysturin millum Manchester United og Leicester City á Old Trafford leikvøllinum í Manchester júst var lokin. Ein dystur Manchester United vann 4-1.
Ein maður, sum líkist Zlatan Ibrahimovic í útsjónd rann út á Old Trafford leikvøllin fyri at heilsa uppá sítt stóra idol. Zlatan tímdi als ikki at heilsa uppá løgna fjepparan, sum nærmast hekk í Zlatani. Tað gingu bert nøkur fá sekund so høvdu tríggjar vaktir yvirmannað løgna fjepparan, og lítið er at ivast í, at hann sleppur ikki aftur inn á Old Trafford leikvøllinum við bræði.