Dupult so nógvir miðvingar á vali

Í Miðvági hevur valluttøkan verið munandi størri enn við seinasta fólkatingsval. Eingin ivi er um, at miðvingar gera sína borgarligu skyldu, tá val er á skránni.

Við seinasta løgtingsval var luttøkan omanfyri 95%, og verður uttan iva tann sama, nú tey eisini skulu taka støðu til eina samanlegging við Sandavág.

Á fólkatingsvalinum í november høvdu 59 fólk verið á vali kl. 11, meðan talið í morgun var komið heilt uppá 113 fólk. Av hesum vóru 52 brævatkvøður.

Hvønn politiskan flokk vágafólk velja er ymiskt. Við valið í 2004 fingu teir fýra stóru flokkarnir eisini sín góða part ? listi A fekk 532 atkvøður, B var størstur við 663, C hevði 373 og E 263 atkvøður.

Nú, ið atkvøðast skal um samanleggingina við Sandavág er kortini eitt sindur størri ivi millum fólk.

Rás 2 tosaði fyri løtu síðani við eina miðvágskonu, Randi Johansen sum metti at úrslitið helst fór at gerast umleið helvt um helvt fyri og ímóti.

- Sjálv fari eg at atkvøða ímóti, tí eg haldi at tað eru so nógv viðurskifti sum eru ógreið og ólýst í hesum málinum, sigur Randi.