Dupult afturlatnar hurðar

Grundlógaravhoyring byrjaði í Føroya Rætti í dag av manni, sum varð handtikin klokkan 06.42 í morgun.

Fyrrapartin kom fráboðan frá Dómaraskrivstovuni um, at grundlógaravhoyring skuldi verða í Føroya Rætti í dag klokkan 13.

 

Tá rættarfundurin skuldi byrja, heitti ákæruvaldið á dómaran um, at avhoyringin fór fram fyri dupult afturlatnum hurðum.

 

Dómarin gekk áheitanini hjá ákæruvaldinum á møti, og tískil fekst eingin kunning um, hvat málið snýr seg um yvirhøvur.

 

Tað einasta, sum varð upplýst, áðrenn dyrnar vórðu latnar aftur, var, at talan var um grundlógaravhoyring av manni, sum varð handtikin klokkan 06.42 í morgun.