Ígjár spældu bæði føroyska U-19 kvinnulandsliðið og føroyska U-17 landsliðið ímóti íslendsku U-19 og U-17 landsliðunum. Báðir landsdystirnir vóru spældir á Injector Arena í Klaksvík.
Talan gjørdist um tvey stórtap, U-19 landsliðið tapti 0-6, aftaná hálvleiksstøðuna 0-3. Hjá U-17 var enn verri. Tær taptu 0-8 aftaná hálvleiksstøðuna 0-2.
Íslendskur kvinnufótbóltur hevur havt eina stóra menning seinastu árini, og hevur íslendska A-landsliðið hjá kvinnum verið við í EM-endaspælinum. Íslendingar hava eisini leikarar í tí bestu amerikonsku fótbóltsdeildini, og boðar tað frá høgum støði.
Tí var tað ikki forborgið, at munur var á liðunum, men sigast má, at tapini vóru í størra lagi. Eisini tá hugsað verður um, at íslendsku liðini ikki møta í Føroyum við sterkastu uppstilling.










