Dunkurin rakti smágentu

Stjørnan fer at kæra atburðin hjá neistaleikara eftir dystin sunnudagin

Tað var um reppið, at álvarsligur skaði stóðst av, tá dysturin millum kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum var liðugt leiktur sunnudagin.
Í mest sum berari frustratión um at Stjørnan hevði skorað sigursmálið í seinastau løtu, og harvið mest sum tryggaði sær silvurmerkini, ripaði ein av neistaleikarunum vatndunkin frá sær. Dunkurin rakti eina smágentu, sum stóð á vøllinum, men lukkutíð tók økslin fyri, soleiðis at álvarsligur skaði ikki stóðst av tilburðinum, tó at lítla gentan sjálvsagt var skelkað.
Í Stjørnuni halda tey atburðin hjá leikaranum vera undir alt lágmark, og fara tey tískil at kæra hetta til Hondbóltssambandið.
Í Neistanum halda tey hinvegin ikki, at málið hevur so nógv upp á seg, sum klaksvíkingar vilja hava tað til.
Fyrst og fremst siga tey, at áskoðararnir sum so einki hava at gera á vøllinum eftir dystin, og harumframt var talan um eitt óhapp av heldur keðiliga slagnum.
- Sjálvandi eigur slíkt ikki at henda, men talan var um frustratión, og bæði leikari og venjari fóru beint yvir at biðja gentuna um orsakað eftir tilburðin, verður sagt úr Neistanum, har tey annars harmast tilburðin.